Í viku 17 fara tey føroysku bókasøvnini at varpa ljós á tey 17 heimsmálini hjá ST fyri burðardyggari menning.
Søguliga sæð hava tilboðini hjá bókasøvnunum altíð verið grundað á burðardygd, har vit øll eru felags um tilfarið á bókasøvnunum. Bøkur og annað verður lænt út aftur og aftur.
Við heimsmálunum mælir ST til, at vit bæði tvørtur um lond og í okkara nærumhvørið arbeiða við burðardygd og her hava bókasøvnini eisini eina ábyrgd. Øll hava atgongd til bókasøvnini og tí skuldu eisini verið góðar umstøður hjá bókasøvnunum at fáa fólkið á staðnum at stuðla heimsmálunum.
Í londunum rundan um okkum hava bókasøvnini tikið hetta til sín og nú fara tey føroysku bókasøvnini eisini at varpa ljós á heimsmálini. Ætlanin er, at hetta skal vera eitt afturvendandi átak, har vit á bókasøvnunum í viku 17 seta heimsmálini á dagsskrá.
Hugsanin er eisini, at vit fara at fáa onnur í nærumhvørvinum at samstarva um at arbeiða við heimsmálunum í viku 17 og sjálvandi er ætlanin, at vit í framtíðini altíð hava heimsmálini í huga, ikki bert í viku 17.